Mynd er ogn hjá Føroya Fornminnissavni

    Um felagið

    Endamál felagsins er innan fyri Sjóvar Kommunu:
    • At seta á stovn og reka savn fyri fornlutir av øllum slag og at varveita bygningar, bygdaløg, garðar, varðar, fiskastykki og annars alt, sum hevur bygdasøguligan týding.
    • At fynna ein hóskandi bygning at goyma fornlutir í.
    • At merkja og skráseta lutir við øllum upplýsingum, sum møguliga eru at fáa um teir
    • At vekja ans fyri fornminnum og -lutum. 

    Stuðlar

    Fylgjandi hava stuðla Sjóvar Fornminnafelag í 2009:
    1. EIK banki
    2. Bakkafrost
    3. Havsbrún
    4. Føroyabanki
    5. N. J. T. Nielsen
    6. Sp/F Sjótek
    7. Sp/F Rosendal
    8. Sp/F Pole
    9. Henry Jarnskorð S/pf

    Tíðindi


    Gamla Sjóborgin

    indsendt 13/01/2012 08.10 af Kári í Garði

    Fleiri myndir

    indsendt 24/11/2011 13.04 af Kári í Garði

    Konfirmatión við Sjógv
    Hesa myndina hava vit fingið frá Leivi Johansen,
    Fleiri eru undir 'Myndir' til vinstru

    Silver Spray still going strong

    indsendt 23/09/2011 03.05 af Kári í Garði   [ opdateret 03/10/2011 06.55 ]








    Gamlir ovnar

    indsendt 02/09/2011 03.42 af Kári í Garði

    Vit hava fingið fylgjandi bræv frá Føroya Fornminnissavni:

    Til bygdasøvnini og onnur áhugaði!

    Fornminnissavnið fær í næstum vitjan av einum fólk úr Danmark, sum fæst við umvælingar av gomlum ovnum.

    Talan er um Peter Schall frá Caso Ovne.

    Nærri sæst um virkið á heimasíðuni http://www.caso-ovne.dk/

    Í hesum sambandi vilja vit spyrja tykkum, um tit hava hava gamlar ovnar ella komfýrar, sum tit hugdu hugsa tykkum at fingið umvælt. Um so er kundu vit fingið Peter at hugt at hesum, meðan hann er í Føroyum.

    Vinarliga boða mær frá sum skjótast via email.

    Heilsan

    Tórálvur
     - - -

    Tórálvur Weihe
    savnsarkitektur, deildarleiðari
    Bygningaantikvarisk deild
    toralvur@fornminni.fo
    Fartlf 223764

    Føroya Fornminnissavn
    Postboks 1155
    FO-110 Tórshavn

    Fleiri myndir

    indsendt 30/08/2011 14.24 af Sjóvar Fornminnafelag -   [ opdateret 30/08/2011 21.45 af Kári í Garði ]

    Vit hava fingið fleiri gamlar myndir.
    Vit hava lagt tær undir 'myndir av skipum og manningum.' 
    Vit takka Leivi fyri myndirnar.
    Hevur tú gamlar myndir, sum kundu verið áhugaverdar at lagt á heimasíðuna, ert tú vælkomin framvið, so kann eg skanna tær meðan tú bíðar. 
    Ella ring á 749952
    Kári

    Áhugaverd mynd av Sjóvarhøvda

    indsendt 19/08/2011 14.34 af Kári í Garði   [ opdateret 19/08/2011 14.52 ]


    Vit hava fingið hesa áhugaverdu mynd frá N,J,Th Nielsen
    Myndin er av Kelduni, tá hendan var bygd í 40inum

    Tilfar til heimasíðuna.

    indsendt 19/08/2011 04.19 af Kári í Garði

    Um onkur liggur inni við tilfari, sum hóskar seg at leggja á hesa heimasíðu, vilja vit fegin frætta.

    Eisini hevði tað verið stuttligt, at fingið gamlar myndir at lagt út. Um tú hevur myndir, sum tú heldur kunna leggjast út, so ert tú vælkomin á gátt, so kann eg skanna tær, meðan tú bíðar. (myndirnar mega vera leysar, og í mesta lagi 12,5 cm ).

    Um onkur er, sum hevur hug at hjálpa til við at "røkja" hesa heimasíðuna, hevði tað verið gott, 

    Tit eru vælkonin at ringja 749952,

    Kári í Garði

    Aðalfundur

    indsendt 10/03/2011 03.25 af Kári í Garði

    Aðalfundur í Sjóvar Fornminnafelag verður nú leygardagin 12. mars 2011 kl 14:00

    Ein gomul mynd av Heygstøð

    indsendt 02/03/2011 07.09 af Kári í Garði   [ opdateret 03/03/2011 00.35 ]

    Her er ein gomul mynd av Heygstøð, vit hava lánt frá Rolf Guttesen Vit takka honum fyri lánið . (longri niðri á síðuni kanst tú heinta eina størri mynd)

    Kranin.

    Til vinstru á myndini sæst kranin, sum varð brúktur at lossa við. Hann sæst eisini á hesari https://picasaweb.google.com/sjovforn/MyndirAvArbeiSlivi#5475598576838975922 myndini, sum helst er eitt sindur yngri. Ein tilsvarandi krani stóð heima við Sjógv, niðanvert verkstaðin hjá teimum á Lánni.
    Spæl og besløg liggja við síðuna av verkstaðnum enn, og hevði tað verið stuttligt um onkur kundi gjørt kranan aftur, við 'inspiratión' frá hesi myndini?
    Kanska ein uppgáva til 'smíð' og 'maskinlæru' í skúlanum? :)
    Og so kundi kranin verið settur upp, onkustaðis í 'dunnuhylinum' við Sjógv. 

    KIG

    Staðanøvn á Strondum

    indsendt 13/01/2011 14.23 af Kári í Garði

    Nýggj síða við staðanøvnum á Strondum.

    1-10 of 17

    Sign in  |  Recent Site Activity  |  Terms  |  Report Abuse  |  Print page  |  Powered by Google Sites