Mynd er ogn hjá Føroya Fornminnissavni

    Um felagið

    Endamál felagsins er innan fyri Sjóvar Kommunu:
    • At seta á stovn og reka savn fyri fornlutir av øllum slag og at varveita bygningar, bygdaløg, garðar, varðar, fiskastykki og annars alt, sum hevur bygdasøguligan týding.
    • At fynna ein hóskandi bygning at goyma fornlutir í.
    • At merkja og skráseta lutir við øllum upplýsingum, sum møguliga eru at fáa um teir
    • At vekja ans fyri fornminnum og -lutum. 

    Stuðlar

    Fylgjandi hava stuðla Sjóvar Fornminnafelag í 2009:
    1. EIK banki
    2. Bakkafrost
    3. Havsbrún
    4. Føroyabanki
    5. N. J. T. Nielsen
    6. Sp/F Sjótek
    7. Sp/F Rosendal
    8. Sp/F Pole
    9. Henry Jarnskorð S/pf

    Myndir

    Trýst á eina mynd niðanfyri fyri at koma til myndamappu.
    Um tú síðan loggar á, kanst tú gera viðmerkingar til myndirnar
    Skúlamyndir
     
    Myndir av skipum og manningum
     
    Felagsmyndir
     
    Myndir av fólkum
     

    Landslag og hús
     






    Vit hava flutt allar myndir til 'PICASAWEB'. Hetta er ein myndasíða, sum gevur nógv fleiri møguleikar, enn ein vanlig heimasíðu gevur.
    Millum annað kann "picasaweb" fynna øll andlit á øllum myndunum, og so kann navn setast á hesi, soleiðis, at tá músin verður førd yvir andlitið, so kemur navnið fram.
    Tað er neyðugt at hava eina Gmail ella Google konto fyri at kunna seta nøvn á ella gera viðmerkingar til myndirnar.
    Tað hevði glett okkum, um tey sum kenna fólk á myndunum, kundu hjálpt til við viðmerkingum og við at sett nøvn á persónarnar á myndunum. 
    Um spurningar eru hesum viðvíkjandi eru tit vælkomin at senda ein teldupost til: sjovforn@gmail.com

    Tú kanst trýsta á eina mynd fyri at koma til PICASAWEB.

    Gomlu myndirnar hava vit lánt frá Lassa Borðoy