Til vinstru á myndini sæst kranin, sum varð brúktur at lossa við. Hann sæst eisini á hesari
https://picasaweb.google.com/sjovforn/MyndirAvArbeiSlivi#5475598576838975922 myndini, sum helst er eitt sindur yngri. Ein tilsvarandi krani stóð heima við Sjógv, niðanvert verkstaðin hjá teimum á Lánni.
Spæl og besløg liggja við síðuna av verkstaðnum enn, og hevði tað verið stuttligt um onkur kundi gjørt kranan aftur, við 'inspiratión' frá hesi myndini?
Kanska ein uppgáva til 'smíð' og 'maskinlæru' í skúlanum? :)
Og so kundi kranin verið settur upp, onkustaðis í 'dunnuhylinum' við Sjógv.
KIG