Mynd er ogn hjá Føroya Fornminnissavni

    Um felagið

    Endamál felagsins er innan fyri Sjóvar Kommunu:
    • At seta á stovn og reka savn fyri fornlutir av øllum slag og at varveita bygningar, bygdaløg, garðar, varðar, fiskastykki og annars alt, sum hevur bygdasøguligan týding.
    • At fynna ein hóskandi bygning at goyma fornlutir í.
    • At merkja og skráseta lutir við øllum upplýsingum, sum møguliga eru at fáa um teir
    • At vekja ans fyri fornminnum og -lutum. 

    Stuðlar

    Fylgjandi hava stuðla Sjóvar Fornminnafelag í 2009:
    1. EIK banki
    2. Bakkafrost
    3. Havsbrún
    4. Føroyabanki
    5. N. J. T. Nielsen
    6. Sp/F Sjótek
    7. Sp/F Rosendal
    8. Sp/F Pole
    9. Henry Jarnskorð S/pf
    Tíðindi‎ > ‎

    Gamlir ovnar

    indsendt 02/09/2011 03.42 af Kári í Garði
    Vit hava fingið fylgjandi bræv frá Føroya Fornminnissavni:

    Til bygdasøvnini og onnur áhugaði!

    Fornminnissavnið fær í næstum vitjan av einum fólk úr Danmark, sum fæst við umvælingar av gomlum ovnum.

    Talan er um Peter Schall frá Caso Ovne.

    Nærri sæst um virkið á heimasíðuni http://www.caso-ovne.dk/

    Í hesum sambandi vilja vit spyrja tykkum, um tit hava hava gamlar ovnar ella komfýrar, sum tit hugdu hugsa tykkum at fingið umvælt. Um so er kundu vit fingið Peter at hugt at hesum, meðan hann er í Føroyum.

    Vinarliga boða mær frá sum skjótast via email.

    Heilsan

    Tórálvur
     - - -

    Tórálvur Weihe
    savnsarkitektur, deildarleiðari
    Bygningaantikvarisk deild
    toralvur@fornminni.fo
    Fartlf 223764

    Føroya Fornminnissavn
    Postboks 1155
    FO-110 Tórshavn