Tíðindi‎ > ‎

Útferð handan fjørðin

indsendt 19. maj 2009 02.31 af Kári í Garði   [ opdateret 2. jun. 2009 06.13 ]
Sunnudagin 24. mai skipar Sjóvar Fornminnafelag fyri útferð at vitja Forna á Glyvrum og Tofta Fornminnafelag. Vit enda við at vitja presta­garðin á Nesi, har nevndarlimir úr Tofta Fornminna-felag koma at greiða frá virksemi teirra. Vit fara at koyra í privat-bilum soleiðis, at tey, sum ikki koyra sjálv, kunnu koyra við onkrum øðrum.

Skrá:

Kl. 13.30 Vit møtast á P-plássinum uttan fyri pensjonistahúsið,
har vit síggja til, at øll hava fart, og at vit helst ikki koyra í
fleiri bilum enn neyðugt.

Kl. 14.00-15.00 Vitja fornminnasavnið Forna á Glyvrum.

Uml. kl. 15.15 Vitja ymisk støð hjá Tofta Fornminnafelag.

Uml. kl. 16.00 Vitja prestagarðin á Nesi, har Regin Debess o.o. greiða frá, og vit fáa ein drekkamunn.

Haðani verður farið til hús aftur.

Kostnaður: 80 kr. fyri hvønn.

Eingin tilmelding, men møtið stundisliga!
Nýggir limir kunnu tekna seg.
Comments