Tíðindi‎ > ‎

Útferð til Klaksvíkar

indsendt 12. maj 2010 02.24 af Kári í Garði
Til limirnar í Sjóvar Fornminnafelag.

Sunnudagin 16. mai 2010 verður skipað fyri útferð til Norðoya Fornminnasavn í Klaksvík.

Hetta savnið er stórt og fjølbroytt, og væntandi verður nógv áhugavert at síggja og hoyra um. Jógvan Ravnsfjall fer at vísa okkum runt.

Farið verður við bussi frá Pensjonistahúsinum kl. 14.

Kostnaðurin er 100 kr. fyri hvønn, íroknað bussferð og atgongumerki.

Nýggir limir kunnu altíð tekna seg, so vita tit um onkran, sum hevur hug at koma við, er bara at biðja tey koma. (Limir, sum ikki hava teldupost, fáa sms ella bræv seinnapartin mikudagin.)
 
Blíða heilsan

Elin Henriksen
Lágarvegur 15
Postboks 61
FO-490 Strendur
Tlf. (+298) 447 256 og (+298) 212 563
Comments